Er tað listarlig fáfongd ella hevndarhugur, sum fær leiðaran á tjóðsavni okkara, Listaskálanum, at mæla til at beina fyri bingjuni »Bládýpi«?
Máti sum listarligt innlit Helgi Fossadal listasavnsleiðari leggur fyri dagin. At samanbera bingjuna hjá Tróndi Patursson við vanligar bingjur. Hvat hugsar maðurin fyri sær. Mítt git er, at hann hugsar slett ikki.
Hatta er eitt megnar listarverk, og tað er ein fantastisk uppliving at vera har inni. Kanska hann skuldi roynt tað.
Eg havi brúkt bingjuna á einum føroyskum felagsbási á altjóða fiskivinnu framsýningini European Seafood Exhibition, sum hevur verið í Brussel á hvørjum ári síðan first í hálvfemsinum.
Hetta hevði leingi verið eitt ynski frá mær, meðan eg starvaðist á Faroe Seafood, men Kjartan Kristiansen, sum tá umsat Menningargrunnin, helt, at tað var ov stórsligið og dýrt at lata eina einkulta fyritøku fara avstað við. Hann vildi hava hana á ein føroyskan felagsbás.
Tá eg so fór fór frá Faroe Seafood og stovnaði Petur & Petur saman við Petur Slyne, fingu vit basin hjá menningarstovuni at gera. Nú var leyst og liðugt at gera básin við bingjuni hjá Tróndi.
Armgarð Weihe, sum arbeiddi hjá okkum, var høvuðsdesignari, og vit nýttu motivir innan úr bingjuni til básprýði og gjørdu, eftir mínum tykki, flottasta bás Føroyar nakrantíð hava havt.
Øll sum komu inn í bingjuna vóru næstan ikki til at fáa útaftur. Og øll (uttan kanska onkrir heimføðisligir føroyingar) hildu hana vera fantastiska. Og so studentarnir, hesi ungu snedigu persónarnir, sum verða róptir tannáringar, men helst vilja verða rópt teenagarar ella bara ung, og sum halda at størsta hóttafallið vera foreldur og tað at verða kallaði fyri tannáringar og so sjálvandi at blíva 20.
Tá stóð hon enntá inni og fekk tí ikki ordiligt ljós, sjálvt um vit brúktu fleiri túsund watt av ljósi. Í dagslýsi er ljósspælið eisini við til at gera upplivingina enn meira fantastiska.
Stjórar í multinationalum fyritøkum stóðu har inni og samdust um at keypa sær wiskey og drekka sær kenning ella drekka seg skít har inni fyri at vita, hvussu TAÐ mundi vera. Allir samdir um, at hetta var ein av teirra allarstørstu, um ikki størstu, listarligu upplivingum.
Tróndur fortaldi mær eina lítla fitta søgu í smb. við tá drotning Margrethe skuldi koma at síggja bingjuna á framsýningini, hon varð gjørt til.
Hoffmarshallurin kom sjálvandi at skoða verkið áðrenn hennara háting skuldi vitja. Tá hann verður varðugur við, at spegil er í gólvinum eins og loftinum, sigur hann, at teppi má leggjast á gólvið, helst reyður leypari, annars sást upp undir skjúrtið á drotningini.
Tróndur royndi eftir førimuni at greiða hesum garpi frá, at um teppi varð lagt á gólvið, so fór virkningurin við endaleysu endurspeglingunum burtur. Ja ja tað dugdi hann gott at síggja.
Tróndur helt fyri, at um drotningin fór í buksir, so var tann trupulleikin av vegnum. Men tað gekk slett ikki. Drotningin gongur ikki í brókum. Havi annars sæð myndir av henni í skíðbuksum, ríðibuksum og grønlendskum tjóðarbúna, sum sum kunnugt eisini hava brøkur.
Til endans varð avrátt, at bert Tróndur skuldi fara inn við henni og royna eftir bestu evnum ikki at hyggja uppundir hjá drotningini.
Tróndur er altso alment einasti maður, burtursæð frá Henrikki, sum hevur sæð upp undir hjá drotning Margrethu. Vorðið sum bingja.
Meðan við eru við evninum, sum er uppi millum skjúrtini hjá kvinnum, so kunnu vit líka gott fara á eitt síðusporð og trekkja ein parallel.
Ikki er tað altíð so øgiliga pent at síggja til, og var tað skoðað leyst frá samanhanginum, so hevði kanska onkur blivið bangin og ræstst. Men er man fyrst komin innum, ha? Bingjan er kanska ikki so ólukksáliga vøkur at sjá tikin úr samanhanginum, og man ikki veit hvat hon er fyri ein, klossað upp á parkeringsplássinum framman fyri listaskálan. Men far inn, so skalt tú síggja.
Nei, gerið ein ordiligan pall uttan fyri Listaskálan, sum passar til bingjuna. So hon ordiliga kann koma til sín rætt.
Eg kann gott tekna tykkum eitt uppskot ókeypis.