Bindur bundnaturrikløð á boripallinum

Tá 55 ára gamla Armgarð segði vinum sínum, at hon ætlaði sær á ein boripall at arbeiða, hildu tey hana vera púra svaka. Men starvið, hon hevði havt í 10 ár sum portnari hjá múgvandi fólki, segði henni minni og minni, og nú vildi hon royna nakað heilt annað



 
 
- Tey mundu fingið sjokk, tá eg segði teimum, at eg hevði søkt starv á einum boripalli. Men tey hildu eisini, at tað var einastandandi, at eg tordi at fara, sigur Armgarð Juul Andersen, ið starvast sum terna umborð á boripallinum, Exerter hjá reiðarínum, Mærsk
Men tað forðaði ikki 55 ára gomlu Armgarð at <st1:City$?$end$!$<st1:place$?$end$!$gera</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$ dreym sín til veruleika. Hon tók øll tey trygdarskeið, ið vóru neyðug og helt avstað, tá hon fekk at vita, at hon hevði fingið starvið.<BR>Á einum boripalli er gott at hava eitthvørt at tríva í á frívaktunum. Har er ber jú ikki til at fara í býin ella at vitja fólk, so løturnar kunnu gerast drúgvar, um ikki okkurt er at stytta sær stundir við.
Og Armgarð liggur ikki á løtu síðuni. Tá fýraftansklokkan á boripallinum ringir, tekur hon stokkarnar fram, og ikki so fá eru tey bundnaturrikløð, sum hon hevur fingið frá hondini.
Ikki breðgir hon burturúr ætt heldur. Omma hennara, sum hon er uppkallað eftir, Armgarð hjá Dáva í Gerðum, var tiltikin fitt í hondunum.
               Armgarð starvast á einum av boripallunum hjá Mærsk og á skrivstovunum hjá reiðarínum í Esbjerg, sita fleiri av skrivstovukvinnunum í føroysku bundnaturrikløðum, sum hon hevur bundið.
               Og ikki nóg mikið við tí, Armgarð hevur eisini gjørt føroysku ullintu undirklæðini kend í Hundested, har hon og maðurin nú búgva.
 
Tómt lív
 
Í 10 ár starvaðist Armgarð sum portnari hjá ríkfólki í Vedbæk. Arbeiðið hjá einum portnara er at  syrgja fyri, at húsið er reint, heinta børn og ansa teimum, tá familjan er burtur.
Tað ljóðar fínt, men er í veruleikanum júst tað sama, sum ein arbeiðsgenta. Men við tíðini leiddist hon av hesum arbeiði, sum segði henni minni og minni.
- Parið, eg starvaðist hjá vóru einastandandi fólk, men við tíðini føldist arbeiðið innihaldsleyst, og eg ynskti at royna nakað annað, sigur Armgarð.
Starvið hjá ríkfólkunum lærdi hana, at peningur er ikki alt, og at sonnu lívsvirðini hava einki við ríkidømi at gera.
- Hóast eg ikki átti so nógvar pengar, helt eg meg tó vera ríkari enn tey. Eg gjørdi nakað av sjálvbodnum arbeiði, eitt nú var eg vitjanarvinur. Tað gjørdi eg, fyri at finna javnvág í øllum tómleikanum, greiðir Armgarð frá.
 
Mátti henda okkurt nýtt
 
Armgarð var komin hartil, at nú mátti henda okkurt heilt nýtt. Hon setti seg í samband við eitt undirfirma hjá Mærsk, sum eitur Danserve og søkti starv á boripallinum.
               Men hevur tú sagt "a", mást tú eisini siga "b". Fyri at sleppa út á ein boripall eru ymiskar ásetingar, ið skulu lúkast, eitt nú trygdarskeið. Men hóast Armgarð ikki er heilt ung longur, so megnaði hon at gjøgnumføra skeiðini við ein glans.
-         Eg eri terna umborð og høvuðsuppgáva mín er messan og
køkurin og at syrgja fyri, at alt er har, sum skal vera. Eisini geri eg kømurni rein, tá vaktirnar skifta. Eg stórtrívist umborð, og eg elski mítt arbeiði, sigur hon.
               Tað starvast um 70 fólk á pallinum, harav nakrir føroyingar.
              
Svimur á sjónum
              
Fyri nøkrum árum síðani keyptu Armgarð og maðurin eina eigaraíbúð, sum liggur oman móti sjónum.
               - Fjøran er okkara urtagarður, vit vildu hava sjógv og fiskalukt, sigur hon.
               Hvønn morgun, summar og vetur, letur Armgarð seg í svimjidrakt og fer sær ein svimjitúr í kalda sjónum. Tað er kalt, men føroysku undirklæðini og stúkan gera, at skjótt er at fáa hita aftur í kroppin.
               Flestu árini hava Armgarð og maðurin búð í Danmark, men nøkur ár, meðan Carl Aage sigldi við Vesturvón, búðu tey í Føroyum.
Tey eiga børnini, Mortan og Jessiku og ommu- og abbasonin, Rasmus.
-         Vit ætla okkum ikki at verða verandi í Danmark, men ynskja at
koma heimaftur til Føroya at gerast gomul, sigur Armgarð at enda í samrøðuni við Sosialin.