Osama bin Laden fer nú at boða frá kríggi við pakistanska forsetan, Pervez Musharaf, og pakistanska herin Á einari islamistiskari heimasíðu verður sagt, at Osama bin Laden fer at koma við sínari krígsavbjóðing í einari fráboðan, sum er á sjónbandi.
Einki verður kortini sagt um, nær ella hvussu sjónbandið verður almannakunngjørt.
Teir seinastu fjúrtan dagarnar hevur bin Laden tvær ferðir latið frætta frá sær, eftir at hann hevur verið tigandi í fleiri ár.