Bilurin er upprunaligur allur sum hann er

Koyra runt heimin í einum Rolls Royce frá 1926

Hesin túrurin runt heimin hevur varað í eini fimm seks ár, sigur Anton Aan de Stegge. Tey koyra í einum Rolls Royce Phantom 1 frá 1926.

 

- Bilurin er upprunaligur allur sum hann er, bæði undirstell og kroppur, sigur hann.

 

Bilurin er gjørdur úr aluminium og tískil rustar hann ikki.

 

- Tað er ein deiliga praktiskt við einum bili úr aluminium og tað er við beráddum huga, at vit ikki hava málað hann. Fær hann eina buglu, so er bara at sláa hana útaftur. Og ómálaður, sæst næstan einki merki eftir buglunum.

 

Hjúnini hava átt bilin í eini 20 ár, og tað er eyðsæð, eftir eina skjóta leiting á alnetinum, at teimum dámar væl bilar og kappkoyring. Tey hava luttikið í fleiri langferðarkappkoyringum við fleiri ymiskum bilum, og hava millum annað (minst) tvær ferðir verið við í eini kappkoyring frá Peking til París. Onnur av hesum ferðunum, í 2007 var við hesum Rolls Royce-bilinum, Antonoff, sum tey kallað hann, uppkallaður eftir honum, ið smíðaði bilin. Tey hava eisini luttikið í eini kappkoyring frá London til Cape Town og í Inca Trail-kappkoyringini, ið fer suður gjøgnum Suðuramerika.

 

Eftir at hava tikið lut í hesum trimum kappkoyringunum, fingu tey hugskotið, at royna at vitja øll heimsins lond við hesum bilinum. Tey hava nú vitjað um 150 lond og hava tískil eini 50 eftir, og kunnu nú strika Føroyar av listanum yvir lond, ið eftir eru at vitjað.

 

Tey eru sera áhugaði í mentan og fólki, og siga, at hetta er orsøkin til ferðina.

 

- Vit gera hetta fyri at møta fólki. Við einum tílíkum bili er ómetaliga lætt, at fáa samband við fólk. Eg parkeri bilin, og eina lítla løtu eftir fylkjast fólk um bilin, sigur Anton Aan De Stegge.

 

Eg nevndi, at eg hevði sæð bilin á myndum frá hátíðarhaldinum fyri Viðareiðistunnilin herfyri. Tey siga, at tey hava koyrt runt í Føroyum og hava roynt at koyrt eftir øllum landsvegunum á meginøkinum, og rendu seg av tilvild inn í hátíðarhaldi á Viðoynni.

 

- Vit halda okkum vanliga vekk frá høvuðsvegunum og motorvegunum og royna at koyra á teimum smærru vegunum. Vit kundu koyrt sama túrin í einum Landcruiser, men so vóru vit bara ein av hundrað, ið koyrdu á vegnum. Nú leggja fólk bilin til merkis, og tað dregur fólk at bilinum, sigur hann.

 

Týsdagin stóð bilurin niðri í Vágsbotni, og Anton Aan De Stegge var í ferð við at skifta hjólið á bilinum. Hann var punkteraður.

 

- Hetta er fyrstu ferð, eg eri punkteraður. Hetta er faktiskt fyrstu ferð, nakað er galið við bilinum, sigur hann.

 

- Tað er ikki av tilvild, at eg koyri í einum Rolls Royce. Í 1920 gjørdu Rolls Royce góðar bilar. Vegirnir vóru ringir, og tí veit eg, at ein tílíkur bilur tolir nógv. Samstundis er hann eisini góður at sita í.

 

- Leiðin víðari gongur til Íslands, og síðani heim aftur til Hollads, sigur Anton Aan De Stegge. Vit hava um 50 lond eftir, men nógv teirra eru ógvuliga vandamikil at vitja fyri tíðina. Flestu teirra liggja í Afrika og Asia, so vit fáa at síggja, nær vit fáa møguleikan at vitja hesi londini.