Bilurin er tikin upp

Bilurin er komin upp á land, men har var eingin í bilinum

Bilurin, sum koyrdi útav á Leirvíksvegnum fyrr í dag, er nú tikin upp úr sjónum. Men har var eingin at finna í bilinum, upplýsir løgreglan.

 

Fleiri av bjargingarbátunum eru á staðnum í løtuni. M.a. Tjaldrið, Sverri, Rescue Ziska og Rescue Sara. Kavarar eru eisini sendir at leita.

 

Løgreglan veit ikki meira um málið beint nú, og tað verður leitað víðari og kannað nærri.