Bilur fekk stóran skaða av gróti

Har skulu bilførarar ansa sær

Í gjárkvøldið var kavsvart í mjørka nógvastaðni, og tað kom serliga illa við hjá einum bilførara, sum kom koyrandi eftir Sandavágshálsi, beint eftir midnátt.

Áðrenn hann varnaðist rendi hann á ein stein, sum var lopin oman á vegin. Steinurin var so mikið stórur, at bilurin hekk á trimum hjólum, og fekk ikki koyrt.

Hann boðaði løgregluni frá og síðani hevur Landsverk eisini fingið boðini. Landsverk fer nú at kanna umstøðurnar fyri at vita, um vandi er fyri at meiri grót loypur á vegi.

Men fyribils eru hyggjuráðini til bilførarar, sum koyra um Sandavágsháls um at ansa sær.