Bilur farin á sjógv

Ein bilur er fyri løtu síðani farin á sjógv við Eystaru bryggju.

Bæði løgreglan og Tórshavnar sløkkilið vátta, at eingin er í bilinum.

Hvørki løgreglan ella sløkkiliðið veit, hvussu bilurin er endaður á sjónum, men sløkkiliðið boðar frá, at bæði kranabilur og kavari eru á staðnum, og at bilurin skal fáast upp á turt.

Bilurin flýtur enn, vistu tey at siga hjá sløkkiliðnum.