Klokkan 15:30 fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp við Todnestanga í Kollfirði. Ein bilur var farin út av vegnum og fór runt, sambært vakthavandi hjá løgregluni.
Har vóru fleiri fólk í bilinum, so løgreglan gjørdi skjótt av og sendi løgreglufólk og sjúkrabil á staðið. Eingin var fastur í bilinum, og allir persónarnir sluppu út úr bilinum.
- Vit fingu eina dagføring beint aftaná klokkan 16, sum segði, at ein kvinna og tvey børn vóru koyrd á Landssjúkrahúsið. Men talan var ikki um nakran álvarsligan skaða, sigur vakthavandi.
Bilurin var farin út av vegnum, og tí hava fólk verið á staðnum og arbeitt við at fingið bilin upp aftur. Tað hevur elvt til seinkingar í ferðsluni. Nú er løgreglan í øllum førum liðug á staðnum og hevur sett kósina móti Havnini aftur.