Bilrøkt keypt leigubilarnar hjá Wenzel

Við keypinum av leigubilunum hjá P/F Wenzel hevur Sp/f Bilrøkt nú eitt breitt úrval av ymiskum tænastum til bileigarar og til teirra sum ynskja at leiga sær ein bil. Leigubilarnir verða marknaðarførdir undir navninum “Car Rental”

Sp/f Bilrøkt hava enn einaferð víðkað sítt virksemi. Nú hava teir keypt leigubilarnar hjá P/F Wenzel. Talan er um eitt breitt úrval av bilum til ymisk endamál – eisini vørubilar.
 
Leigubilarnir verða marknaðarførdir undir navninum “Car Rental”, ið er ein tænasta til bæði Ford-kundar og øll onnur, siga Jákup á Borg og Geir Wardum, sum eiga og reka Sp/f Bilrøkt í Pedda við Steingøtu í Havn.
 
Frammanundan hava Bilrøkt klárgering av bæði nýggjum og brúktum bilum hjá P/F Wenzel um hendur.
 
Ein onnur tænasta hjá Bilrøkt er “Car-cosmetic”, ið er polering, reinsan og lakkforsegling av bilum.  Eisini hava teir eina hjálpar- og flutningstænastu við einum bili, sum fólk kunnu ringja eftir alt samdøgrið.
 
Umframt tað hava teir eisini ein mekaniskum bilverkstað og dekksølu. Verkstaðurin er útgjørdur við nútímans dekk- og balanseringsmaskinum, og teir skaffa øll sløg av dekkum. 
Bilrøkt er eisini ein brúktbilasøla. Í tí sambandi verður konseptið nú broytt soleiðis at teir ístaðin fyri at selja bilar fyri fólk, fara teir nú at keypa brúktu bilarnar og síðan seta teir til sølu, siga Jákup á Borg og Geir Wardum, sum leggja afturat at  teir altíð eru til reiðar við einum góðum tilboði upp á at gera bilin vetrarkláran.
Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.bilrokt.fo ella við at venda sær til Sp/f Bilrøkt,  Pedda við Steingøta 26, tel. 588880 / 588881