Billutir við nýggjum handli

Eyklutafyritøkan Billutir flytur í hesum døgum í nýggj og størri hølir við Hoyvíksvegin 61 í Havn.

Stjórin í Billutir, Petur Martin Johansen, sigur, at nýggi handilin verður gjørdur í samstarvi við Mekonomen, sum er størsta heilsølufyritøkan í Norðurlondum innan eykalutir, útgerð og amboð til bilar. Mekonomen er upprunaliga ein svensk fyritøka og hevur í løtuni 206 deildir í Svøríki, Norra og Danmark.


Billutir bleiv stovnað í Kollafirði í 1993. Í 2004 flutti fyritøkan til Havnar og hevur hildið til í Bókbindaragøtu. Fyritøkan hevur spesilaiserað seg í eykalutum til bilar, so sum plátulutir, útstoyt, lyktir og annars allar slitlutir - bæði brúktar og nýggjar.


Petur Martin roknar við, at handilin letur upp um hálvan oktober. Í dag eru tað Petur Martin Johansen og Høgni Mikkelsen, sum eiga Billutir, ið hevur fimm fólk í starvi.