Kvinnurnar í Tjóðveldi ganga undan í at fremja skaðiligar broytingar í føroyska samfelagnum, sigur Bill Justinussen. Tjóðveldiskvinna heldur, at tær verða jagstraðar - Kvinnurnar í Tjóðveldi ganga undan í at fremja skaðiligar broytingar í føroyska samfelagnum, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og sipar til mál sum rúdrekkalógina, fosturtøku og 266b.
- Føroyingar mugu ansa eftir, hvørjar kvinnur verða valdar á ting. Kvinnur skulu ikki bara veljast, tí tær eru kvinnur, sigur miðflokkamaðurin, sum fanst at Tjóðveldinum og serliga løgtingskvinnunum í Tjóðveldi á tingfundi í gjár.
Annita á Fríðriksmørk, ein av tingkvinnunum hjá Tjóðveldi, heldur lítið um pástandirnar hjá Bill Justinussen
- Tað er langt úti, at Miðflokkurin brúkar røðarapallin í løgtinginum til at jagstra kvinnuligar politikarar. Eg haldi, at orðini hjá Bill Justinussen skuldu verið átalað av formansskapinum í løgtinginum, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum lovar, at tingkvinnurnar hjá Tjóðveldi fara at halda fram við sínum arbeiði í tinginum.