- Miðflokkurin er ein nýggjur flokkur, sum í sínari náttúru tí eisini hevur ekstrem sjónarmið. Og tað hava allir flokkar í sínari byrjan, sigur Bill Justinussen Miðflokkurin verður javnan lagdur undir at hava víðgongd sjónarmið, og sambært løgtingsmanninum hjá flokkinum Bill Justinussen er hetta ikki so løgið.
- Hyggur tú eftir stevnuskránni hjá Miðflokkinum, so sært tú eina breiða viftu av teimum sjónarmiðum, sum kristiligar flokkar í Europa eisini hava. Miðflokkurin er ein nýggjur flokkur, sum í sínari náttúru tí eisini hevur ekstrem sjónarmið. Og tað hava allir flokkar í sínari byrjan, sigur Bill Justinussen.
- Sæð út frá einum størri søguligum høpi, so fer Miðflokkurin eisini at tillaga sín politikk á summum økjum, so hvørt sum veljaraskarin økist, og sjónarmiðini og manningin verða meiri fjølbroytt. Tú kanst kanska samanlíkna Miðflokkin við rebelskan ungdóm, sigur hann.
Les í Sosialinum í dag, hvat hendir, tá ið Bill Justinussen og Sjúrður Skaale bresta saman til eitt glóðheitt kjak um politikk og misbrúk av átrúnaði.










