Alnet
Síðan juli mánað í fjør hevur heimasíðan hjá Bill Justinussen, løgtingsmanni Miðfloksins verið inngongd til útlendskar heimasíður, ið liggja sera fjart frá tí politisku linju, ið hesin flokkur leggur seg eftir. Bróðurparturin er heimasíður av pornografiskum slag, við heitum sum Old Grannys Pissing Movies, Dad and little boy sex, Lesbian Porn, Male genital spanking og annað tílíkt, umframt link til Viagra sølu og gambling. Talan er um útvið 14.000 leinkir, av ivasomum uppruna.
Bill Justinussen sjálvur sigur við Sosialin, at hann einki visti um skilið fyrr enn í gjár, og at hann beinanvegin setti seg í samband við veitaran av heimasíðuni Teletech, og bað um at síðan varð latin aftur. Hóast hetta, so var heimasíðan enn virkin, tá vit høvdu deadline í morgun.
- Teletech sigur, at virkið einans leggur servara pláss til síðuna, men annars onga avtalu hevur við Bill, um at reka síðuna, tí hava tey heldur ikki hildið eyga við, hvat hendur á síðuni.
- Eg fekk hasa heimasíðuna í sambandi við seinasta val, og hon hevur ikki verið virkin síðan tá. Eg havi ikki verið inni á heimasíðuni síðan tá, greiður Miðflokka tingmaðurin frá.
Bill sjálvur dugur als ikki at umsita heimasíðir, og hevði tí ein vevstjóra í sambandi við síðsta val, sum tók sær av síðuni. Bill sjálvur lat bert tilfarið til síðuna, so legði vevstjórin tað út fyri hann.
- Eg dugi ikki at gera heimasíðir, og havi ikki orku at seta meg inn í tað, eg veit enntá ikki sjálvur hvussu man tekur heimasíðuna burtur, sigur Bill.
Men er tað ikki óheppi, hjá einum tingmanni hjá Miðflokkinum, at hava pornografiskt tilfar á heimasíðu síni í eitt hálvt ár?
- Jú, tað er ómetaliga keðiligt, men heimasíðan er sum sagt ikki aktvi, so eg rokni ikki við, at nakar vitjar hana. Men tað er greitt, at man følir seg ikki væl, tá tílíkt hendur. Eg veit ikki hvør stendur aftan fyri tí, men tað er keðiligt, at fólk misbrúka heimasíðuna hjá einum, sum tekur frástøðu frá tílíkum, sigur Bill Justinussen. Hann heldur fram:
- Tað er bara forsømilsi, at eg ikki havi biðið Teletech um, at tikið síðuna burtur, men nú havi eg lært, at tað ikki er gott, bara at leggja heimasíðu sína deyða millum tvey val, tí onkur kann misbrúka hetta.
Bill Justinussen sigur seg ivast í, at hann fer at hava heimasíðu til komandi løgtingsval.