Bill: Allir tríggir týðandi dystirnir áttu at verið avlýstir

(FM1) Venjarin hjá B68 heldur, at dystirnir Giza Hoyvík-NSÍ og HB-KÍ áttu eisini at verið avlýstir

Hinir avgerandi dystirnir sum hava týdning fyri um B68 flytur upp ella ikki áttu eisini at verið blástir av.

 

Høvuðsvenjarin hjá B68, Bill McLeod Jacobsen er ikki í iva. Dystirnir í seinasta umfarinum í 1.deild: Víkingur-B68, Giza Hoyvík-NSÍ og HB-KÍ eiga allir at verða spældir í senn um tað skal ganga rætt fyri seg ítróttarliga.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hjá FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen fyri løtu síðani í Sarpugerði í Norðragøtu aftaná høvuðsdómarin, Áron Sofus Vest hevði blást dystin av millum Víking og B68. Hetta hendi tíðliga í fyrra hálvleiki.