Í stuttum kann samferðslupakkin hjá landsstýrinum lýsast við, at tað verður ókeypis at koyra í Vágatulinum og Norðoyatunlinum. Tað verður bíligari at koyra í Eysturoyartunlinum, hjá teimum sum koyra nógv ígjøgnum tunnilin.
Men afturfyri verður tað dýrar at eiga ein bil, og tað verður dýrar at keypa bensin og diesel.
Avgjaldshækkingar eru upp á 300 krónur á allar motorriknar bilar. Bæði elbilar, bensinbilar og dieselbilar upp á 300 krónur um árið. Hækkingin verður 13 oyru fyri liturin.
Eisini verður avgjald lagt á tungolju, sum serliga SEV brúkar nógv av.
Suðuroyarsiglingin fær eitt skip afturat Smyrli, sum skal sigla við farmi. Talan er um eina ferju, sum kann sigla sum avloysaraskip fyri Smyril, tá hann skal í dokk, men annars sigla við farmi fýra dagar um vikuna. Tá kann hann, eins og Hasfjord, bert taka 12 ferðafólk.










