Bíligari framaling

Nú monopolini rilla og tollmúrar rapa, er tíðin eisini komin at skipa okkara búskap sum ein demokratiskan marknaðarbúskap.

Nú monopolini rilla og tollmúrar rapa, er tíðin eisini komin at skipa okkara búskap sum ein demokratiskan marknaðarbúskap. Avgerðandi fortreytin hjá okkara lítla búskapi er at tryggja vinnuni eitt lagaligt kostnaðarstøði og brúkaranum so ódyrar og góðar vørur sum gjørligt. Studningsvinna, tollverja og festiskipan hoyra ikki heima í hesum nyggja veruleika og mugu tí fáa ein virðuligan enda.

Tá ætlanin fyrst í fimti árunum var at skipa ein búnaðarskúla í Føroyum, skrivaði abbi mín, Eyvind Dalsgaard, sáli, handrit til føroyskar lærubøkur í búnaðarfrøði. Sum Dalsgarðsslagnum líkt segði hann bersøgin sína hugsan:

»Búmaðurin eigur ikki at vera so einoygdur, at hann bert hugsar um at trysta prísirnar upp á sínum vørum uttan at minnast til, at órímiligir prísir minka um eftirspurningin av vørunum og ama keyparan, t.v.s. minka um keypiorku hansara. ? Nei, bíligari framaling av búnaðarvørum, tað er vegurin!«

(Eyvind Dalsgaard, Búnaðarfrøði I, Tórshavn 1952, síða 96).

Sum ongan kann forundra, gjørdist búnaðarskúlin av ongum, og bert fyrsta bind av búnaðarfrøðini kom út í bók.

Til tess at skipa fyri eini bíligari framaling av landbúnaðarvørum eiga vit nú at viðurkenna, at hesi stig eru neyðug:

Festiskipan, jarðarráð og jarðargrunnur verða avtikin.

Privatur ognarrættur gerst meginreglan.

Framleiðslan verður partvís skipa sum atvinna ? partvís sum høvuðsvinna.

Rakstrarstudningur verður avtikin.

Tað almenna stuðlar nýhugsan, útbúgving og royndum.


Teir tóku av alt slagið

Nú skjótt hálv onnur øld er liðin, síðan grunnlógin lovaði okkum vinnufrælsi, og síðan einahandilin og bátsbandið vórðu avtikin, er tann stundin komin til handa, at miðøldin fær sín enda, og festiskipanin fær sítt pláss í søguni. Tá enntá bøndurnir sjálvir mæla til at avtaka skipanina, er spurningurin tí bert, hvussu hon verður avtikin.

Tað óhepna við at geva verðandi festarum forkeypsrætt er tað sama sum við sjálvari festiskipanini: tann, ið tekur av, fær nakað burturúr, tann, ið ikki tekur av, fær onki burturúr.

Heldur eiga festararnir í samband við eina uppsøgn at fáa endurgjald fyri ábøtur á festi og fyri mista inntøku í eitt áramál framyvir (uttan studning). Hetta endurgjald mótroknað í skuld til jarðargrunnin kunnu teir so nyta, um teir bjóða uppá jørðina ? ella lata vera.

Jarðarráðið er sum nevnt ein leivd frá tíðini undan styrisskipanarlógini og heimastyrislógini og byggir á eina sjálvumsiting av vinnulívinum (korporatismu), ið ikki ber til at verja í einum opnum, demokratiskum marknaðarbúskapi.

Jarðargrunnurin byggir á eina misfatan um, at lagalig fígging er grundarlagið undir einum rationellum rakstri ? hetta er ikki so. Tær smáu 100 milliónirnar, sum mjólkarbøndurnir hava ilt við at forrenta, eru tyðilig prógv um, at lagalig fígging oftast merkir tað sama sum yvirfígging. Eisini nógvir felagshagar lántu úr jarðargrunninum heldur enn at lata eigararnar gjalda fyri íløgurnar, tí lánini fingust til 3% í rentu. Í frístílinum hjá Kjartan Kristiansen verður sagt, at jarðargrunnurin hevur: »servitan um jarðarbrúk« ? ja, um lært verður av mistøkum, er sanniliga talan um servitan.

Skotið verður eisini upp í álitinum, at insolventu festini skulu sleppa undan skuld síni; og verður enntá sagt, at til ber ikki at gera skuldina galdandi móti festarunum beinleiðis. Hetta má vera ein misskiljing, tað ber ikki til, at ein almennur grunnur hevur lánt pengar út uttan persónliga heftan frá lántakarunum, og sjálvsagt skulu júst tey insolventu festini verða við í privatiseringini at tryggja skattgjaldaranum, at pengarnir fáast inn aftur.


Fram, frímenn, fram

Tíbetur hava vit at enda fingið eina kappingarlóggávu, og tá studningurin vónandi verður avtikin, fer fría kappingin at tryggja okkum ein rationellan vinnubygnað. Teir bøndur, sum higartil ikki hava kunna økt um framleiðslu sína vegna kappingaravleiðandi mjólkarkvoturnar, kunnu nú, um kappingarráðið vil, framleiða so nógv, teir vilja, og harvið gera framleiðsluna lønandi fyri bæði seg sjálvar og føroyska búskapin. Vit mugu fyri alt í verðini ikki fáa eina privatisering uttan samstundis liberalisering av marknaðinum, tí tað er ? um møguligt ? ein enn verri loysn enn støðan í dag.

Grundarlag er helst fyri nøkrum heilt stórum gørðum ? serliga gørðum, ið bert hava velta innangarðsjørð og onga uttangarsjørð ? til mjólkarframleiðslu og aðra framleiðslu, sum krevur stórar íløgur. Nakrir privatiseraðir garðar eiga tí at umfata velta ella veltibarða jørð, sum kann verða grundarlag undir heilt stórum brúkum, sum ikki kunnu bytast sundur.

Men ein stórur partur av landbúnaðinum ? fyrst og fremst seyðahald ? er best skipaður sum atvinna, ið fólk hava afturat aðrari vinnu. Tí er altyðandi, at ætlanin um at leggja øll tey smáu festini saman áðrenn privatisering ikki gerst veruleiki. Miðalstóru garðarnir við nakað av seyði, nøkrum neytum og tveimum dunnupørum ? sum húðaskógvaálitið leggur upp til ? eru helst einastu brúk, sum við vissu ikki bera seg. Tey eru ov smá til høvuðsvinnu og ov stór til atvinnu. Smáu festini eiga at vera privatiseraði undir somu treytum sum tey stóru, og har uttangarðsjørðin liggur í felag eigur søla altíð at kunna fara fram í heilum gyllin ? innangarðs í hóskandi bøstykkjum.


Havnin og smáplássini

Eitt álvarsmál, ið ongin tykist vilja røra, er uttanbíggjajørðin. Nógv smápláss og útoyggjar hava havt ringt við at klára seg í nyggju tíðini. Vegna betru vinnumøguleikarnar á stórplássunum eru fólk flutt av hesum bygdum og við teimum tær ognir, tey áttu. Møguleikin at fáa jørð bíliga til leigu eigur tí ? um smáplássini ynskja tað ? at verða varveittur á teimum plássunum. Men, sum ein greiddi frá í Dimmu 28/8-97, er ongin trygd fyri, at festijørð verður røkt ? heldur ikki á bygd. Skal tað almenna eiga, mugu treytir setast við, og ein fyrisiting óheft av vinnuni umsita skipanina.

Vit mugu tó ikki gloyma, at høvuðstrupuleikin er, at ongin ognarjørð er í Havn, og lítil ognarjørð er á øðrum stórplássum, eitt nú í Klaksvík. Loysnin er tí at selja í øllum førum teir hagapartar, ið liggja kring Havnina, sum felagshagar. Til ber at lata jørð í Havn í gerðabyti við jørð á smáplássunum, sum síðani kann latast fólki á staðnum til lagaliga leigu. Tann til fyri stuttum óbygda oyggin Koltur er funnin fressur til frítíðar- og summarhús og óðalsbrúks. Ein søla av oynni kann samstundis tryggja, at tað sjáldsama umhvørvið í oynni verður varðveitt, og oyggin endurbygd eftir fornum byggisiði.

Vert er eisini at geva gætur teirri skipan við leigutraðum, sum Havnar kommuna m.a. sum festari av Flatnahaga hevur skipað fyri. Slíkar leigutraðir eiga at koma fleiri í boði.


Royndir, útbúgving

og gransking

Føroyingar hava nú í hundrað ár átt góðar búnaðarfrøðingar. Tíverri hava teir ongantíð sloppið at gjørst stórvegis roysni. Sum abbi mín hava teir flest allir droymt sínar ungdómsdreymar um skilagott og miðvíst landbrúk, men hava síðani noyðst at ásanna, at ongi granskingar- ella ráðgevingarstørv eru teimum í boði ? og ikki bar til at keypa sær ein garð heldur.

Nú pengar verða frá privatiseringini er alneyðugt, at tað góða fólk, vit eiga, verður sett at granska og ráðgeva. Teir nógvu royndirnar seinastu árini bæði við mjólkarframleiðslu, seyðahúsum, grasturkan, o.ø eiga at kannast og samskipast vísindaliga. Samstundis eiga vit at gera royndir at bøta um hagalendi eitt nú við veiting og at undirvísa bæði vinnubóndum og óðalsmonnum í seyðaaling, velting o.sfr.

Eitt er í hvussu er púra vist: tað kemur ongin framburður burturúr rakstarstudningi, framíhjárætttindum, mjólkarkvotum og tollmúrum, tann vinnubygnaðurin er og verður sum at royna at lyfta seg sjálva upp eftir hárinum.

Nei, bíligari framaling av búnaðarvørum, tað er vegurin!