Bilfrítt undir Bryggjubakka

Bryggjan undir Bryggjubakka, vanliga nevnd Vágsbotn, verður stongd fyri allari bilferðslu frá nú og til hálvan august. Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn frá eini matstovu í Havn um at sleppa at hava sonevnda »fortovscafé« á bryggjuøkinum undir Bryggjubakka.

Sambært tíðindaskrivi frá kommununi hevur tekniska nevnd samtykt at ganga umsóknini á møti og hevur gjørt av at steingja økið beinanvegin. Stongt verður í hesum umfari til tann 15. august.

Menn frá vegdeildini hjá Tórshavnar kommunu eru longu farnir undir at skava uppmerkingarnar fyri parkeringsbásarnar á bryggjuni burtur, eins og skeltini, sum boða frá, at loyvt er at parkera, verða niðurtikin.

Hetta merkir, at tað als ikki er loyvt at koyra við bili út eftir bryggjuni, har sum fiskasølutorgið er, og har sum stuttleikabátarnir plaga at leggja at.