Bilførari tikin fyri at koyra 124 kilometrar um tíman

Í Havn fekk ein bilførari klipp í koyrikortið, tá hesin koyrdi niðan eftir Varðagøtu í tímanum á morgni, tá bara er loyvt at koyra oman eftir gøtuni.

Í gjár hevði løgreglan eitt átak nærindis tunnilsmunnanum í Vágum, har dentur varð lagdur á at kanna, hvussu skjótt bilførarar koyrdu.

 

- Níggju førarar vórðu steðgaðir og skrásettir fyri at koyra ov skjótt. Allir fingu bót, og onkur bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið.

 

Hjá einum bilførara gekk uppaftur verri, tí ferðin var alt ov høg.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at bilførarin, sum koyrdi við mestu ferðini, varð máldur at koyra 124 kilometrar um tíman.

 

Hesin førarin missir koyrikortið treytað og noyðist tískil upp aftur til nýggja koyriroynd, um hann ikki skal spæla sær av við koyrikortið.

 

Í kanningunum í Vágum var eisini eitt mál, har ein bilførari varð skrivaður fyri at tosa í handhildnari fartelefon, meðan hann koyrdi.

 

Í Havn fekk ein bilførari eisini klipp í koyrikortið, tá hesin koyrdi niðan eftir Varðagøtu í tímanum á morgni, tá bara er loyvt at koyra oman eftir gøtuni.

 

- Tað er nevniliga soleiðis, at her er bert loyvt at koyra oman eftir, tá skúlarnir byrja á morgni, og hetta er galdandi í tímanum frá klokkan 07.30 til 08.30.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá bilførari í hesum tímanum verður steðgaður fyri at koyra niðan eftir Varðagøtu, kostar hetta klipp í koyrikortið.