Bilførari fekk tvær risabøtur – upp á ein mánað

Tað hjálpti ikki fyrru ferðina, so hesa ferðina var bótin upp aftur hægri

Í gjár og í fyrradagin hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Í hesum umfari var tað serliga ferðslan í Eysturoynni og í Norðoyggjum, sum tey løgdu dent á at kanna. Løgreglan sigur í hesum sambandi, at tað eru heilt nógvir bilførarar, sum hava fingið bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu og somuleiðis vórðu fleiri bøtur givnar fyri at bilførarar og ferðafólk ikki vóru í trygdarbelti. Bótin fyri hesi brotini er 1.000 krónur.

 

Men hetta varð eisini ein dýrur umgangur hjá einum bilførara, tí hann varð tikin fyri at koyra bil, hóast hann ikki hevur koyrikort. Tað er ein dýr søga at koyra við ongum koyrikortið, í fyrstu ferð, ein verður tikin, er bótin 5.000 krónur og aðru ferð er bótin 6.000 krónur.

 

Og tá ið bilførarin varð tikin við ongum koyrikorti í gjár, var tað aðru ferð hann varð tikin upp á styttri enn eina mánað. Sostatt hevur hann fingið tilsamans 11.000 krónur í bót upp á styttri enn ein mánað.

 

Annars vórðu tveir bilførarar tiknir í Havn í gjárkvøldið fyri at koyra við kenning. Blóðroynd er tikin av teimum og úrslitið av teimum verður so avgerandi fyri, hvussu farið verður fram í málinum.