Kemur ikki broyting í, kann eg ikki átaka mær at koyra skúlabørn undir slíkum umstøðum, sum vóru í morgun. Tað sigur Johild Fornagarð, sum koyrir skúlabørn í Sandvík í og úr skúla í Hvalba. Landsverk sigst at hava eina vælvirkandi ávaringarskipan, har boðað verður frá, hvar í landinum, bilførarar skulu ansa sær fyri.
Ein partur av vetrarhaldinum er eisini at salta vegirnar, har vandi er fyri hálku, ikki minst í brekkum. Men í morgun vóru fleiri bilførarir tiknir á bóli og bilførarin á skúlabussinum í Hvalba var ein av teimum. Johild Fornagarð sigur at áðrenn fór frá húsum, kannaði hon koyrilíkindini hjá Landsverki, men tað var eingin ávaring um hálku í Suðuroy. Men tá ið hon kom í ta brøttu Sandvíksbrekkuna. var vegurin glerstoyttur og tað var einki tekin um salt á vegnum.
Hon sigur, at skúlabussurin er vælskøddur til veturin, men at hon varð fullkomilig tikin á bóli, tí ongin fráboðan var um hálku. - Eg føldi, at bussurin hevði hug at glíða og spola í brekkuni. Hon leggur afturat, at hvalbiarmegin var tátt, men hon sigur, at var hon fyrireikað upp á hálku, var hon farin í einum øðrum bili, sum er væl betri í hálku enn bussurin, hon vanliga brúkar. Bilførarin sigur, at tað var eisini hált á Kolavegnum í gjárkvøldið, men heldur ikki tá var nøkur ávaring um hálku. Landsverk og Hvalbiar Kommuna hava eina avtalu um salting, eitt nú á vegnum niðan í skúlan, men eisini har var ógvuliga hált í morgun og sagt verður, at tað varð ikki saltað. Bilførarin á skúlabussinum sigur, at kemur hon í eina slíka støðu eftir, serliga at einki salt er á vegnum, er tað ein spurningur um hon hættar sær eftir børnunum.
Les viðmerkingarnar frá Landsverki her á www.in.fo um eina løtu.
|









