Bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið

Tað er eitt lógarbrot, sum nógvir bilførarar gera

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar Í Janusargøtu. Tað er við Bónus og Glasir í Marknagili. Har er ein vegur einsrættaður og tað merkir, at tað er ikki loyvt at koyra oman ímóti skúlanum á Fløtum.

 

Har stendur eitt skelti sum vísir, at innkoyring er forboðin, men løgreglan sigur, at tey hava fingið upplýst at tað er ein trupulleiki, at nógvir bilførarar akta ikki tað skeltið, men koyra ímóti yvir um skeltið og ímóti ferðsluni.

 

So í gjár fór løgreglan á staðið at kanna ferðsluna og rætt var, tí har vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti ferðsluni. Løgreglan sigur, at teir fáa eina bót upp á 500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið. Elvir slík koyring til ferðsluóhapp, harðnar revsingin.

 

Løgreglan sigur, at tað er væl merkt, so tað er ilt at siga, hví bilførarar ikki koyra eftir skeltunum um teir ikki ansa eftir, ella um teir halda, at tað er høgligari at fara hin vegin og at tað gongur nokk.

 

Annars tók løgreglan eisini ein bilførara fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 105 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, so eisini hannfær eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót.