Bilførarin, sum varð eftirlýstur eftir eitt ferðsluóhapp í Kollafjarðartunlinum, er ikki eftirlýstur enn.
Tað var á miðdegi í gjár, at eitt ferðsluóhapp var í Kollafjarðartunlinum. Ein ljósur bilur var á veg ímóti Kollafirði, men so kom hann ov langt yvir í vinstru síðu. Avleiðingin var, at hann rakar síðuna á tveimum mótkoyrandi bilum, sum báðir fáa skaða.
Løgreglan segði, at tann ljósi bilurin steðgaði ikki á, men fer víðari, og tí var hann eftirlýstur.
Men løgreglan sigur, at bilførarin meldaði seg sjálvan seinnapartin í gjár. Bilførarin greiddi løgregluni frá, at hann vildi ikki steðga inni í tunlinum, men koyrdi út um, og har hevði hann steðga á.
Men tá ið eingin kom at tosa við hann, koyrdi hann víðari, men so meldaði hann seg beinanvegin. Løgreglan sigur, at tey hava tosað við bilføraran, so nú gongur málið sína gongd.