Bilførari koyrdi út av - við kenning

Bilurin fór í knús og bilførarin fór á Landssjúkrahúsið

Tað hevur verið avbera friðarligt í nátt.

 

Tað staðfestur løgreglan í morgum.

 

Men í nátt ringdi ein bilførari til løgregluna og boðaði frá, at hann hevði koyrt útav.

 

Løgreglan sigur, at hann var einsamallur í bilinum. Hann var farin úr Havnini norður eftir eftir Oyggjarvegnum, men komin nakað norður, fór hann út av.

 

Tá í løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at bilførarin var ikki edrúur, so hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning.

 

Tey siga, at bilurin fór heilt illa og bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har tað vísti seg, at hann hevði brotið óstbeinið.