Bilførarar stúra fyri nýggja Hvalbiartunlinum

Nú kann tað verða upp aftur vandamiklari at koyra til og úr Hvalba, siga teir

Tá ið nýggja Hvalbiartunnilin verður tikin í brúk, kann avleiðingin verða, at tað verður upp aftur vandamiklari at koyra til og úr Hvalba, enn tað hevur verið. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, og tingmaður fyri Sjálvstýrið.

Um tríggjar vikur verur nýggi Hvalbiartunnilin tikin i brúk. Men vegirnir til og frá tunlinum verða ikki gjørdir, so ein partur av teimum verða smalir, einsporaðir vegir.

– Tíverri verða tað framvegis tveir fløskuhálsar á farleiðini ímillum Hvalba og Trongisvág, sum ikki verða gjørdir, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Trongisvágsmegin er talan um 1.100 metrar av vegi, sum framvegis verða einsporaðir og Hvalbiarmegin er talan um 400 metrar. Metingar siga, at tað kostar einar 20 milliónir at gera teir líka breiðar, sum restin av vegnum er, og Bjarni Hammer hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta pengarnar, so at arbeiðið kann verða gjørt .

Í hesum sambandi hevur Kristin Michelsen sent Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum eitt skriv, har hann greiðir frá týdninginum av, at hesi bæði vegastrekkini verða gjørd.

Hann sigur, at tað brúka einir 2.400 stórir bilar av ymsum slagi, Hvalbiartunnilin, bara í sambandi við Flakavirkið og Trolvirkið, men tað er eisini nakað av flutningi í sambandi við Bakkafrost og grótbrotið í Hvalba.

Borgarstjórin sigur, at tekur ein vandastøða seg upp, verða tað ikki førararnir á teimum stóru bilunum, sum koma illa fyri. Tað verða fólk í persónbili, á sukklu, ella til gongu, sum verða tapararnir, tí ímóti einum lastbili upp á 30 – 50 tons, hava tey ongan møguleika, sigur hann.

– Tað góða við núverandi tunli er, atmstórir lastbilar og bussar sleppa ikki ígjøgnum hann, men tað er neyðugt við sergjørdum akførum, sum eru lækkað. Tað merkir, at í roynd og veru eru tað bara nakrir fáir bilførarar, sum koyra handan vegin og teir eru so staðkendir, at teir kunnu koyra alt strekkið í svøvni, sigur hann.

Men nú vit fáa nýggjan tunnil, kunnu allir bilar koyra ímillum Hvalba og Trongisvág, og sostatt eisini teir bilførarar, sum ikki eru staðkendir. Og tá ið tað liggja tvey long strekki, har vegurin er einsporaður, kann avleiðingin verða, at tað verður upp aftur vandamiklari enn tað var við tí gamla tunlinum, nú tað eisini verða fremmandir bilførarar, sum kunnu koyra tann vegin.

Kristin Michelsen sigur, at hann hevur tosað við bilførarar, sum beinleiðis stúra fyri trygdini, nú vit fáa ein nýggjan tunnil, sum allir bilførarar kunnu koyra ígjøgnum. Vandi er fyri, at ferðslan fer at økjast munandi, og at bilførarar, sum ikki eru staðkendir, fara at koyra har dagliga.