Gott ár hjá Bilasøluni í Hoyvík

Tað gekk rætta vegin hjá Bilasøluni í fjør

Eftir fall, bæði í bruttoúrtøku og ársúrsliti niðast á botnlinjuni í 2020, broyttist gongdin aftur rætta vegin í 2021, hóast tað ikki rakk til støðið í 2019 og 2018. Tað skrivar roknskaparsíðan Business Line, bl.fo, í morgun.

Úrslitið niðast á botnlinjuni gjørdist 6,8 milliónir krónur sum er nærum ein tvífalding í mun til undanfarna ár, tá avlopið var 3,5 milliónir krónur. Leiðslan sigur seg vera nøgda við úrslitið.

Felagið væntar, at virksemið í ár verður á støði við ella enn betri enn virksemið í farna roknskaparári.

Høvuðsvirksemið hjá Bilasøluni fevnir um sølu av VW, Audi og Skoda í Føroyum, umframt sølu av eykalutum og umvælingum av hesum bilum.

Høvuðstølini hjá Bilasøluni 2017-2021 kunnu síggjast her:

##med2##