Bilasølan minkaði niður í helvt

Í 2009 vórðu seld 1.053 akfør tilsamans í Føroyum. Hetta er stór afturgongd í mun til 2008, tá seld vóru 1.947 akfør.

Í yvirliti hjá Akstovuni sæst, at sølan av persónbilum minkaði úr 1.240 bilum í 2008 til 693 bilar í 2009. Hetta er ein afturgongd upp á 44,11%.

Sølan av vøruvognum er eisini nógv minkað. Í 2008 vórðu seldir 289 vøruvognar, meðan teir bert vóru 92 í 2009. Hetta er ein afturgongd upp á 68%. Nevnast kann, at í 2007 vóru seldir 428 vøruvognar, so her er talan um eina risastóra afturgongd.

Samlaða bilasølan minkaði í 2009 við 45,92% í mun til 2008. Sølan í 2008 minkaði við 30% í mun til 2007.

Tá ringast stóð til í búskaparkreppuni fyrst í nítiárunum var bilasølan metlág. Tað eina árið vórðu bert seldir 125 bilar tilsamans.

Mest seldu bilmerkini í Føroyum í 2009 vóru hesi:

Toyota 121

Citroen 114

Ford 94

Suzuki 76

Mitsubishi 46

Kia 46

Peugeot 44

Opel 40

Brenderup 37

Honda 33