Bilarnir fingu stóran skaða

Ferðsluóhapp var á Kambsdali nú seinnapartin

Fyri eini løtu síðani var eitt ferðsluóhapp á Kambsdali, har tveir bilar rendu saman.

 

Ein bilur var á veg av Kambsdali, út á høvuðsvegin, tá ið hann stoytti saman við ein bil, sum kom eftir høvuðsvegnum.

 

Løgreglan sigur, at tvey fólk vóru í øðrum bilinum og eitt fólk var í hinum bilinum, men at tað tykist ikki sum at tey hava meiðslað seg.

 

Av trygdarávum vórðu tey tó øll trý flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hinvegin sigur løgreglan, at bilarnir fingu stóran skaða.