Bilar uppsteðgaðir sum keypa bensin hjá Effo á Sandi

- Vit vóru einar 3-4 ferðir í Sandoynni í gjár eftir bilum, sum ikki kundu koyra, sigur Tórshavnar Sløkkilið

Fólk í Sandoynni eru vorðin varug við, at bilar, sum hava bunkrað bensin á Effo-støðini á Sandi seinastu tíðina, eru uppsteðgaðir.

 

Ein bileigari, sum In.fo hevur skift orð við, sigur, at hann bunkraði bilin við bensini seinasta fríggjadag.

 

- Um vikuskiftið fór bilurin at starta og koyra illa, og til endans startaði bilurin slett ikki. 

 

Bileigarin noyddist at senda boð eftir Tórshavnar Sløkkiliði at taka bilur norður á verkstað í Havn, og her stendur bilurin framvegis.

 

- Eg havi skilt, at fleiri hava havt sama trupulleika, og at sløkkiliðið hevur verið her suðuri eftir fleiri bilum, sum eru uppsteðgaðir.

 

Hjá Tórshavnar Sløkkiliði verður sagt, at teir hava havt fleiri uppgávur í Sandoynni seinastu dagarnar, kanska fleiri enn vanligt.

 

- Vit spyrja ikki, hvørjir trupulleikarnir eru, men taka okkum av uppgávuni, sum biðið verður um.

 

Lagt verður aftrat, at tað ikki er óvanligt, at sløkkiliðið er í Sandoynni og aðrastaðni eftir bilum.

 

- Vit vóru einar 3-4 ferðir í Sandoynni í gjár, og hetta er helst meira enn vanligt, men vit spyrja ikki, hvørjir trupulleikarnir eru.

 

Úr Sandoynni verður sagt, at fleiri, sum hava bunkrað hjá Effo á Sandi, hava havt trupulleikar við bilunum eftir bunkring seinastu tíðina.

 

In.fo fer at venda sær til Effo og spyrja, um tey hava trupulleikar við veitingini í Sandoynni.