Smyril hevði ein rættiliga ófantaligan túr úr Havnini til suðuroy nú seinnapartin, og eitt lítið óhapp umborð, elvdi til at nakrir bilar fóru at rósa á dekkinum.
Tað var nógvur vindur av eystri og saman við nýkomnum eystfalli og stórari aldu, elvdi tað til nógv rull, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Hann sigur, at ein vaskimaskina, manningin brúkar at vaska dekkið við, stóð heilt frammi í gron.
Men so hendi tað, at sápa lak úr maskinuni og rann undir tríggjar bilar, sum stóðu fyri seg sjálvar frammi í gron.
Sostatt varð serstakliga hált undir bilunum og tað endaði við, at teir fóru at rósa eitt sindur, men skaðin var ímillum nakað og einki, sigur rakstrarleiðarin.
Nú seinnapartin batnar hann vindin og hann støkkur vesturum til útsynning, so tað verða góð líkindi at sigla seinni.
|