Tiltak
Um vikuskiftið verður eitt stórt tiltak í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Tá verður ein stór bilaframsýning í høllini, samstundis sum Lions-klubburin í Suðuroynni fer at hava tivoli við ymsum undirhaldi.
Tað er Nýggjársnevndin á Tvøroyri, sum skipar fyri framsýningini.
Seks bilasølur fara at vísa bilar fram, tær eru Reyni Service, Nordbil, Berg Motors, Wenzil Petersen DB Bilar og Meinhardt Arge og tilsamans hava teir fulla høll av bilum.
Framsýningin er opin fríggjadagin frá kl. 18-22, men leygardagin og sunnudagin er opið frá kl. 14-20.
Tivoli
Samstundis, sum bilaframsýningin, er eisini Tivoli við ymsum til undirhalds í skúlahøllini í Trongisvági. Tað er Lions Klubburin í Suðuroy, sum skipar fyri.
Har verður m.a. hoppiborg, og tombola av ymsum slag, bæði við kakum, mati, bamsum og kanska øðrum við. Leygardagin koma eisini klovnar úr Havn at skemta fyri teimum yngru.
Peningurin, sum kemur inn, verður latin í stuðuli til at til ein buss, sum Suðuroyar Ellis- og Røktarheim ætlar at keypa.
Tey, sum búgva á Ellisheiminum hava tað ógvuliga trupult, tá ið tey skulu onkustaðni, tí ongin bilur er í oynni, sum er serútgjørdur til at flyta fólk við, sum eru illa fyri og kanska sita í rullustóli.
Men nú er so ætlanin at útvega ein. Ellisheimið hevur við ymsum tiltøkum roynt at savna inn pening fyri bussin og nú hevur Lions Klubburin í Suðuroynni so eisini gjørt av at stuðla tiltakinum.