- Sjálvt, tá gravmaskinur koyra undan, eru tað bilførarar, sum aftra seg við at fylgja maskinunum. Tá gloppið millum bilarar verður ov langt, legst kavi í aftur sporini, sigur bilførari.

Bilar koyrt seg fastar á Vestmannavegnum

Tað hava verið ring koyrilíkindi á Vestmannavegnum í morgun, og neyðugt hevur verið hjá Landsverki at hjálpt fleiri bilum leysum.

 

- Sjálvt, tá gravmaskinur koyra undan, eru tað bilførarar, sum aftra seg við at fylgja maskinunum. Tá gloppið millum bilarar verður ov langt, legst kavi í aftur sporini, sigur bilførari.

Fleiri bilar hava verið fastir á Vestmannavegnum í morgun og nøkur fólk, sum vóru á veg av bygdini, eru vend aftur, tí tey hættaðu sær ikki at halda fram.

 

Bilar hava rent seg fastar í kavafannir, og sagt verður frá fólki, sum hava verið um hesar leiðir í morgun, at koyrilíkindini hava verið sera vánalig.

 

Landsverk er í gongd við maskinum á Vestmannavegnum, og tað eru bilar, sum eru fingnir leysir, men har førarar valdu at venda heim aftur heldur enn at halda leiðina fram.

 

- Sjálvt, tá gravmaskinur koyra undan, eru tað bilførarar, sum aftra seg við at fylgja maskinunum. Tá gloppið millum bilarar verður ov langt, legst kavi í aftur sporini, sigur bilførari við In.fo.

 

Sum skilst, hava bilar hjá Landsverki hjálpt fleiri bilførarum leysum, sum høvdu koyrt seg fastar í kavafannum á Vestmannavegnum í morgun.

 

- Her hava verið av ringastu koyrilíkindum. Eg havi koyrt á Vestmannavegnum í nógv ár, og eg veit meg ongantíð hava koyrt meg fastan áður, sigur bilførari við In.fo

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

- Sjálvt, tá gravmaskinur koyra undan, eru tað bilførarar, sum aftra seg við at fylgja maskinunum. Tá gloppið millum bilarar verður ov langt, legst kavi í aftur sporini, sigur bilførari.