Bil Mini Taxi ? bilstøð við høgum tænastustøði

Bilstøðin Bil Mini Taxi í Havn, ið hevur hildið til á Farstøðini síðan 1996, hevur í dag yvir 20 hýruvognar koyrandi. Umframt hýruvognskoyring hevur støðin eisini kiosk, har vikubløð, telefonkort o.a. er at fáa

Bilstøðin Bil byrjaði sítt virksemi fyrst í 50-unum. Støðin helt til í Niels Finsensgøtu, har sum barberstovan hjá Valdemar Poulsen, Simme Musikkhús og Akstur Bil vóru í mong ár. Í dag heldur elektronikhandilin Marconi til í húsunum. Fyrstu tíðina hevði støðin telefon nr. 1516, seinni bleiv tað 1444 og støðin flutti í Liðagøtu. ið er ein síðugøta til Niels Finsensgøtu.

Í 1962 bleiv ein onnur bilstøð, Bilstøðin í Vágsbotni, løgd saman við bilstøðini Bil. Hendan bilstøðin byrjaði í Vágsbotni umleið 1957 sum Vøruvognsstøðin tel. 2626.

Bilstøðin Bil var í Liðagøtu, til teir fluttu í egnan bygning í Gundadali um árskiftið 1978-79, og 1. desember 1981 varð bilstøðin Mini Taxi í Jónas Broncksgøtu løgd saman við Bil. Samanlagda støðin helt so til í Gundadali, til teir seldu bygningin í oktober 1996 og fluttu alt virksemi hjá Bil-Mini Taxi út á Farsstøðina á Eystaru Bryggju, har støðin heldur til í dag.

Nú meira enn 50 ár eftir at støðin av fyrstan tíð varð stovnað, koyra yvir 20 hýruvognar á støðini, sum nú eisini hevur kiosk, har vikubløð, telefonkort o.a. er at fáa. Ein onnur tænasta er, at bilførarnir koyra ørindir fyri fólk.