Jóan Símun Edmundsson og teir í Arminia Bielefeld hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið í týsku 2. Bundesliga, har tað er blivið til ein sigur og ein javnleik í teimum fyrstu tveimum dystunum.
Í kvøld er triði dysturin á skránni hjá Arminia Bielefeld. Teir fara nevniliga á vitjan hjá stórfelagnum Hamburger SV, sum júst er flutt niður í næstbestu deildina og er beint aftanfyri Bielefeld við trimum stigum.
Jóan Símun hevur fingið eina góða byrjan upp á sítt týska ævintýr, har hann longu hevur skotið tvey mál. Hann kom á máltalvuna bæði í 1-1-javnleikinum ímóti FC Heidenheim og í 2-1-sigrinum á Dynamo Dresden.
Byrjunaruppstillingar til dystin í kvøld eru kunngjørdar, og har sæst, at Jóan Símun Edmundsson púra sum væntað er ímillum teir 11, sum byrja inni hjá Arminia Bielefeld.
Dysturin ímillum Hamburger SV og Arminia Bielefeld byrjar í kvøld kl.19.30, og hann verður vístur beinleiðis á eitt nú bretska BT Sport 3 og týska Sky Sport Bundesliga 1.