Jóan Símun Edmundsson verður helst úti í fleiri vikur, eftir at hann lendi óheppið við knænum, tá Arminia Bielefeld spældi 1-1 á útivølli móti FC Ingolstadt 04 í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi.
Les eisini: Jóan Símun givið avboð
Arminia Bielefeld boðar frá, at føroyski landsliðsspælarin fyribils ikki verður tøkur í fleiri vikur. Hann hevur verið til skanning og læknin hjá felagnum metir, at tala er um ein liðbandsskaða.
- Jóan Símun hevur í dystinum móti Ingolstadt fingið ein liðbandsskaða í vinstra knæ, vísir ein MR-skanning, sum liðlæknin, Dr. Ing. Andreas Elsner, hevur gjørt. Jóan Símun verður ikki tøkur í fleiri vikur, men skal ikki undir skurð, boðar Arminia Bielefeld frá.
Jóan Símun lendi skeivt á knænum, ið mest sum fór afturav. Tað sær ikki pent út á sjónbandamyndunum, men føroyski landsliðsspælarin megnaði at spæla allan dystin, har hann eisini legði upp til útjavnandi málið.










