Biðja hann arbeiða víðari við málinum

Sjálvur vil Kaj Leo Holm Johannesen hava alt Løgtingið at semjast

Landsstýrið tekur væl undir við ætlanini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at yvirtaka farsóttarlógina. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at korona hevur herjað nú í skjótt tvey ár. Farsóttarlógin er donsk, og tað gera tað ósmidligt hjá myndugleikunum at taka avgerðir.

 

Les meiri her: Tað skal vera skjótari at taka avgerðir

 

Landsstýrismaðurin hevur havt málið fyri á landsstýrisfundi í morgun, har tók landsstýrið undir við tankanum og hann fekk tilsøgn um at arbeiða víðari við málinum.

 

Hann sigur í tíðindunum á FM1, at hansara endamál er at fáa alt løgtingið at taka undir við tí og hann sigur, at gongst, sum ætlað, verður tað næsta ár, at málsøkið verður yvirtikið.

 

 vónandi næsta ár

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kaj Leo greiða frá ætlanini at yvirtaka farsóttarlógina