Biden varaforsetaevni hjá Obama

Forsetavalevnið hjá Demokratunum, Sen. Barack Obama, hevur í morgun avdúkað, hvønn hann hevur valt til varaforsetaevni. Valið fall á senatorin úr Delaware, Joe Biden. Nógv vóru tey, ið væntaðu at hitt forsetaevnið hjá Demokratunum, Hillary Clinton, fór at verða kosin til varaforsetaevni hjá Sen. Barack Obama, eftir at hon tapti undanvalið hjá Demokratunum. Men so varð ikki.

Í fleiri vikur hevur stórur spenningur verið í USA, um júst hvør skuldi gerast varaforsetaevni hjá Demokratunum, og nógvar hava gitingarnar verið. Ivast hevur serliga verið í, hvørja leið hann fór at velja, um hann vildi hava ein varaforseta við royndum, ella ein yngri við dirvi at ganga framá móti broytingum, sum hevur verið slagorðið hjá Sen. Barack Obama í valstríðnum.

Valið fall tó á ein royndan harra, nevnliga Senatorin úr Delaware, Joe Biden, sum hevur 35 ára royndir í Senatinum, og sum er formaður í Uttanríkisráðskomitteini hjá Senatinum. Hann hevur sostatt drúgvar uttanríkispolitikki, sum er júst eitt av teimum tingum, valevnið hjá Republikanarunum, John McCain, hevur kritisera Sen. Barack Obama fyri at mangla.

Sen. Joe Biden hevur eisini verið sera kritiskur um tær manglandi uttanríkispolitisku royndirnar hjá Sen. Barack Obama undir valstríðnum, men sleppur nú sjálvur at brúka sínar egnu royndir, um Sen. Barack Obama vinnur forsetavalið í novembur.

Republikanska forsetavalevnið, Sen. John McCain, hevur enn ikki avdúkað, hvør verður hansara nummar tvey.