Tað varð víst beinleiðis í sjónvarpi, tá hann smeyg ermuna upp og varð stungin í armin á einum sjúkahúsi í heimstati sínum, Delaware. Tað er eitt lið í herferðini, sum skal eggja amerikanarum til at hava álit á nýggju koppsetingini.
Joe Biden heitir á amerikanarar um at taka væl ímóti koppingarevninum, tá tey fáa tað í boði. Hann leggur dent á, at tað er einki at vera bangin fyri.
78 ára gamli komandi forsetin fekk koppingarevnið frá heilivágsfeløgnum Pfizer og BioNTech.
Tað var sama koppingarevni, sum ES nevndin í dag endaliga góðkendi. Koppingarevni er frammanundan góðkent í USA.
/ritzau/Reuters