Komandi forsdetin í USA, Joe Biden, hevur keikt høgra fót eftir at hava spælt við ein av hundum sínum.
Tað upplýsir starvsliðið sambært tíðindastovuni Reuters.
Óhappið hendi leygardagin, tá tann 78 ára gamli demokraturin spældi við hund sín Major. Læknin kannaði Biden í gjár, og har vórðu tiknar røntgenmyndir og hann var í CT skannara.
– Myndirnar vissa um, at einki er beinleiðis bortið, sigur persónligi læknin hjá Biden, Kevin O'Connor í fráboðan.
Komandi forsetin skal skannast aftur, verður sagt.
/ritzau/Reuters