Biðja politikararnar um hjálp at basa smuggling

Vit hava góð amboð at basa rúsevnasmuggling, men vit hava eitt stórt ynski um at fáa eitt amboð afturat, men tað kunnu vit bert fáa við politiskari hjálp, sigur narko-løgreglumaður í Havn

- Sum heild haldi eg, at vit eru hampiliga væl fyri at berjast ímóti rúsevnasmuggling til Føroya.

Tað heldur Brynjer Johannesen á narko-deildini hjá løgregluni í Føroyum.

Umframt vanligt tolleftirlit, hevur løgreglan eisini ein narkohund og tollvaldið hevur tveir og teir verða mettir at vera í serflokki.

Men nýliga hevur hava tey eisini fingið atgongd til ferðafólkalistarnar hjá Norrønu og Atlantsflogi.

- Tað var eitt stórt frambrot, tá ið vit fingu atgongd til ferðafólkalistarnar, sigur Brynjer Johannesen.

Hann sigur, at tað hevur avdúkað rættiliga nógva smuggling, tí tá fáa tey fylgt við, hvør ferðast og hvussu ferðamynstrið hjá fólki er.

- Hava vit illgruna til ávís fólk, kunnu vit fylgja við hvar tey ferðast og, hvussu ofta, tey ferðast og tað hevur avdúkað rættiliga nógv.


Sakna politiska hjálp

Men løgreglumaðurin á narkodeildini sigur, at ovast á ynskilistanum hjá teimum beint nú, stendur at fáa betri umstøður á teleøkinum.

Men eins og smugglarar altíð royna at vera eitt fet frammanfyri løgregluna, roynir løgreglan eisini at vera eitt fet frammanfyri smugglarnarnar.

Tí kemur Brynjer Johannesen ikki nærmari inn á, hvat hann hugsar um.

Men hann sigur, at á teleøkinum hevur løgreglan nakrar heimildir, men teir mangla eisini nakrar møguleikar.

- Men teir møguleikarnir kunnu tey bara fáa við politiskari hjálp, tí tað kostar eitt sindur av pengum, men talan er á ongan hátt um upphæddir, sum nakar átti at ræðst.

Hvussu nógv, tað kostar, dugir hann kortini ikki at siga.

- Men hetta skal eisini setast upp ímóti, at hvør einasti misbrúkari kostar samfelagnum milliónir í viðgerðum av ymsum slagi og tí at hann allarhelst heldur ikki er virkin á arbeiðsmarknaðinum og sostatt ikki betalir skatt ella á annan hátt gevur sítt ískoyti til samfelagið.

- Teleøkið er ógvuliga tungt at fáast við og tí vildu vit ómetaliga fegin havt betri møguleikar á tí økinum.

- Og politikararnir vita, hvat vit hugsa um og eg haldi, at hetta er eitt mál, sum vit noyðast at loysa fyri at gera løgregluna nógv betri føra fyri at kanna rúsevnamál.

Brynjer Johannesen sigur, at hetta hevði verið ein íløga, sum hevði betalt seg aftur fleiri ferðir.

- Politikarar gera javnan vart við, at stórur dentur skal leggjast á stríðið ímóti rúsevnum og at tað skal raðfestast. Tí vildi eg avgjørt viðmælt, at teir hjálptu okkum við teimum avmarkingum, vit hava á teleøkinum, sigur Brynjer Johannesen.

Les eisini greinina: Át 80 hítir við hassji upp á fimm tímar