Tey, sum hava skrivað undir áheitanina á George W. Bush, forseta, eru fólk fyri friði, umhvørvisverndarfólk og -felagsskapir og fólk og felagsskapir, sum eru ímóti kjarnorkuvápnum.
Í brævinum mæla tey USA til at beina fyri sínum egnu kjarnorkuvápnum, áðrenn landið krevur, at onnur lond skulu beina fyri sínum hópoyðingarvápnum.
-Heimurin kann ikki góðtaka, at USA, Russland, Kina, Bretland, Frakland, India, Pakistan og Ísrael hava kjarnorkuvápn, stendur í brævinum til amerikanska forsetan.
-So leingi hesi londini hava kjarnorkuvápn, fara onnur lond at royna at útvega sær tey, stendur at enda í brævinum.