Betur at savna enn at spjaða

Í fyrstu atløgu heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, lítið um upskotið frá Anniku Olsen um at fáa privat universitet í Føroyum.

Sum tað stendur aðrastaðni á Portalinum, fer Annika Olsen, løgtingskvinna, at leggja uppskot fyri Løgtingið á ólavsøku um at broyta lógina, so at tað ber til at stovna privat universitet í Føroyum.

- Hetta er ikki ein spurningur, eg havi kannað so gjølliga.

Av tí, at hon ikki hevur sett seg inn í málið, hevur hon heldur ikki tær stóru viðmerkingarnar beint nú.

Men í fyrstu atløgu kann eg ikki taka undir við hesum, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hon staðfestir, at vit hava eitt alment universitet, sum tað er ómetaliga strævið at útvega játtan til og hon heldur, at tað hevur stóran týdning at savna tær fíggjarligu kreftirnar, sum eru, heldur enn at spjaða tær.

Tí heldur hon, at gongda leiðin er heldur at styrkja samstarvið um okkara almenna universitet, bæðo hvat almennari og privatari fígging viðvíkur.

Men tá ið vit hava privatar fólkaskúlar, hví so ikki eisini privat universitet:

- Eg eri heldur ikki heitasta talsfólk fyri privatum fólkaskúlum, tí eg haldi, at vit eiga heldur at menna tað tilboðið, sum er. Men eitt fíggjarliga er eitt universitet eisini nógvar ferðir tyngri at bera enn ein fólkaskúli og í mínum hugaheimi snýr tað seg fyrst og fremst um at fáa tað universitetið, vit hava, á føtur, áðrenn vit spjaða kreftirnar til privat universitet.