Liðið hjá argjamonnum flutti upp í fjør, og við positivu gongdini hjá felagnum er eisini neyðugt at tað hevur góðar umstøður við og kring vøllin.
Á fundi í býráðnum í gjárkvøldið varð samtykt ein ætlan um at bøta um parkeringsviðurskiftini við vøllin. Við hesi ætlanini fáast nú 44 bilpláss aftrat, og skuldi hetta gjørt sítt til at forða fyri ferðsluruðuleika, tá AB spælir heimadystir sínar.
Neyðugt verður haraftrat seinni at útvega aðrar og neyðugar fasilitetir eftir teim krøvum, sum sett verða í dag.










