Betri tilboð um venjing til gomul og veik

Næsta ár skulu eldri, og fólk við likamligum breki, hava betri tilboð um endurvenjing

Næsta ár er ætlanin at seta fleiri tiltøk í verk við tí endamáli at bøta um tilboði fyri endurvenjing til tey eldru og fólk við likamligum brekum.


Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.


Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur spurt hana, hvussu hon ætlar at tryggja heimabúgvandi fólki vanliga endurvenjing og endurvenjing.


Annika Olsen vísir á, at longu sum er, verður eitt umfatandi endurmenningararbeiði gjørt á eldraøkinum.

 

Afturat hesum eru 6,7 milliónir krónur á fíggjarlógini til at skipa eina tvørfakliga endurmenningartænastu í Føroyum.

 

- Játtanin til økisterapiina er partur av hesi játtan. Endamálið við økisterapiini er at stuðla undir og gera tað møguligt fyri borgaran at vera sum longst í egnum heimi.

 

- Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við aðrar starvsbólkar, har øll í felag virka fyri at borgarin verður so sjálvbjargin sum gjørligt.

 

Annika Olsen sigur, at hetta verður gjørt við venjingum og vegleiðingum til fólk, til avvarðandi og til røktarstarvsfólk, um, hvussu bøtast kann um førleikin, ella hvussu førleikin kann varðveitast.

 

Hon sigur, at Almannaverkið hevur bæði endurvenjing heima hjá fólki og á røktarheimum, har fólk, sum búgva heima, kunnu fara at fáa venjingar.

 

Annars ætla tey sær undir nøkur tiltøk í verk næsta ár fyri at bøta um tilboðið.

 

Í hesum sambandi er ætlanin at seta eina skipan við fyribyrjgandi heimavitjanum, ella heimaráðgevarum, á stovn. Hetta er ein skipan, sum líkist Heilræði hjá Tórshavnar kommunu.

 

Ætlanin er eisini at økja talið av økisterapeutum  fyri at styrkja um endurvenjing heima hjá fólki og harvið styrkja heimatænastuna.

 

Og tað er eisini ætlanin at bøta um heimahjálpina, so at hon fær betri stundir til at fremja gerandis endurvenjing í verki.

 

Annika Olsen sigur, at umframt hetta er eisini ætlanin at fara undir eina endurmenningartænastu næsta ár.

 

Endamálið við tí er at menna fólk við likamligum breki og ætlanin er at seta fýra menningarterapeutar í starv til endamálið.