Kommunufelagið ynskir betri samsvar millum kommunalan skatt og tænastur. Føroyar eru einasta Norðurland uttan eina kommunala útjavningarskipan Skattaborgarar uppliva longu nú ymisk tænastustig frá tí almenna, hóast teir rinda sama ella hægri kommunuskatt sum borgarar í øðrum kommunum. Tí er ein kommunal útjavningarskipan fyri Føroyar neyðugt, áðrenn fleiri øki kunnu leggjast út til kommunurnar, ta heldur Føroya Kommunufelag, hvørs limakommunur fríggjadagin vóru á fundi við Landsstýrismannin í Fíggjarmálum, Magna Laksafoss.
Føroyar eru einasta Norðurland uttan eina kommunala útjavningarskipan
Tað er neyðugt og rætt at fáa í lag eina kommunala útjavningarskipan fyri Føroyar. Hetta er niðurstøðan hjá limakommununum í Føroya Kommunufelag, sum seinastu vikurnar hava samskift sínamillum og við landsstýrismannin í fíggjarmálum um eina slíka skipan.
?Í dag uppliva føroyskir skattaborgarar ymisk tænastugstig frá tí almenna, hóast teir rinda sama ella hægri kommunuskatt sum borgarar í øðrum kommunum. Hetta er ein órímilig støða fyri stóran part av borgarunum, og her má broyting koma í?, sigur Rósa Samuelsen, formaður í Føroya Kommunufelag, sum fríggjadagin saman við limakommununum í felagnum, hevði fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Magna Laksafoss.
Eftir fundin er greitt, at Føroya Kommunufelag ynskir, at arbeitt verður víðari við uppskotinum, sum landsstýrismaðurin er komin við. Serligt fokus skal nú eisini setast á útgjaldingarpartin.
Í stuttum hevur uppskotið um útjavningarskipan sum sikti, at samsvar skal vera millum skattin, ið skal rindast, og tænastuna, ið fæst afturfyri frá kommununum. Hetta verður gjørt við inntøkujavning millum kommunur og við at hyggja nágreiniligari at útreiðslutørvinum.
Landsstýrismaðurin arbeiðir við at fáa skipanina í lag frá 2008, soleiðis at inngoldið verður longu næsta ár, so at útgjaldið kann byrja í 2009. Hann hevur eisini víst á, at í 2008 ber hetta við sær eina tálming av ovurhitaða føroyska búskapinum, ið svarar til eitt prosent av bruttatjóðarúrtøkuni (BTÚ).
?Hvørki land ella kommunur hava áhuga í, at búskapurin er ovurhitaður, og tí vil Kommunufelagið gjarna vera við til at tálma gongdini, um útjavningarskipanin hevur eina slíka ávirkan í 2008?, sigur Rósa Samuelsen.
Føroya Kommunufelag er felagið hjá 27 av teimum 34 kommununum í Føroyum, og tilsamans umboðar felagið áhugamálini hjá umleið 1/3 av íbúgvunum í landinum.
Føroyar eru einasta Norðurland uttan kommunala útjavningarskipan. Bæði Grønland og Álandsoyggjarnar hava slíka skipan, og tí eru Føroyar eftirbátur á hesum øki.