Betri sømdir til børn

Skúlafólk eru nú farin undir at arbeiða fyri, at næmingar við serligum tørvi fáa minst sama stuðul í skúlatíðini sum áðrenn og eftir skúlatíð


 

FÓLKASKÚLIN

Ein sannroynd er, at nógvir næmingar, sum hava serligan tørv á stuðli, lítlan og ongan stuðul fáa í skúlaárinum, sum júst er farið av bakkastokki. Bert helmingurin av tímunum, skúlarnir kring landið bóðu um, vóru játtaðir av Mentamálastýrinum. Hetta merkist í hvørji einastu skúlastovu kring landið, og tað, sum undrar lærarar ikki sørt, er, at nógvir næmingar, sum hava serligan tørv, fáa góðan stuðul áðrenn og aftaná skúlatíð. Hendan stuðulin veitir Almannastovan.

- Tað sigur seg sjálvt, at hesum næmingum eisini tørvar stuðul í skúlanum, tí tá eru teir saman við nógvum øðrum børnum og skulu virka í skúlahøpi, segði Paulina Poulsen, lærari í Eysturskúlanum í viðtali í blaðnum fyri tveimum vikum síðani.

Á aðalfundi hjá Føroya Lærarafelag í vár, varð álagt nevndini í felagnum at arbeiða fyri, at næmingar við serligum tørvi fáa minst sama stuðul í skúlatíðini sum áðrenn og eftir skúlatíðina. Uppskotið aftanfyri hesa áheitanina eigur Fuglafjarðar skúli. Í viðmerking til uppskotið sigur Fuglafjarðar skúli, at Almanna- og heilsumálastýrið veitir hesum næmingum aðrar og betri sømdir áðrenn og eftir skúlatíð, enn Mentamálastýrið vil veita teimum í skúlanum til stóran ampa fyri øll, bæði børn, foreldur og lærarar.

Skúlafólk, sum hava góðar fortreytir málinum viðvíkjandi, eru nú farin undir at viðgera málið nærri. Arbeiðsbólkur er settur við Emmy S. Joensen, næstforkvinnu í Føroya Lærarafelag, sum forkvinnu. Umframt er bólkurin mannaður av lærarum kring landið. Ætlanin er, at arbeiðið skal verða liðugt um nakrar mánaðir, í seinasta lagi í hesum skúlaárinum.

- Lærarar brenna út og verða stressaðir av at síggja, at børn eru fyri vanbýti í flokkinum. Teir standa hjálparleysir, tí teir ikki fáa hjálpt, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

Í viðtøkunum hjá Føroya Lærarafelag stendur, at lærarar eisini skulu taka sær av námsfrøðiligum viðurskiftum í fólkaskúlanum, og málum, sum hava týdning fyri arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum.

- Talið á børnum, sum hava serligan tørv, veksur á hvørjum ári. Skúlin er fyri øll og foreldur í dag eru sera tilvitað um, hvønn rætt børn teirra hava til undirvísing.

- Trupulleikin verður ikki minni av, at lærarar ikki hava eftirútbúgving í at undirvísa næmingum við serligum tørvi. Teir kunnu jú vera rættiliga ymiskir. At skúlaflokkarnir eru so stórir, gera trupulleikarnar størri. Tað er sera óheppið fyri allan flokkin, at nakrir næmingar, sum hava serligan tørv, ikki fáa hjálp, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag vónar, at ikki bara landsstýrið, men alt Føroya Løgting, sær álvaran í hesum máli.