Betri lag á arbeiðsmarknaðinum

Skipað verður fyri stórum almennum pallborðsfundi mánadagin 29. sept. 2003, kl. 19.30
í Útvarpshøllini um evnið:

Hvat kann gerast fyri at fáa betri lag á føroyska arbeiðsmarknaðinum ?
<sum$?$end$!$viðvíkjandi ósemjum partanna millum í sáttmálaskeiðnum og undir sáttmálasamráðingum, og
<sum$?$end$!$viðvíkjandi áliti og samskifti millum partarnar og við politisku myndugleikarnar fyri at menna ein framrættaðan arbeiðsmarknaðarpolitikk.
Sum øllum kunnugt eru nógvar og ymiskar meiningar um hesi viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrið hevur sent uppskot um arbeiðsrætt og nýggja semingslóg út til ummælis hjá pørtunum. Arbeiðsgevarar vilja hava uppskotini samtykt sum skjótast. Løntakarafeløgini vilja ikki hoyra talan um arbeiðsrætt ella at lóggivið verður um nýggjar reglur á arbeiðsmarknaðinum, uttan at hetta hendur gjøgnum samráðingar millum allar partar. Politisku flokkarnir eru ójavnir á máli, men tað verða kortini teir sum skulu taka endaligu støðuna.
Pallborðsfundurin verður skipaður á heldur óvanligan hátt, har ið luttakararnar koma at sita í 3 ymiskum pallborðum, sum fara at seta spurningar og svara spurningum, áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Endamálið er at fáa tey ymsu sjónarmiðini fram í stuttum og greiðum grundgevingum. Onki uttanumtos. Ongar langar og keðiligar røður. Leikluturin hjá frøðingunum báðum verður at royna at svara spurningum av løgfrøðiligum og búskaparfrøðiligum slag.
Luttakararnar verða:
Pallborð 1: Partarnir
<sum$?$end$!$Løntakarar, arbeiðarafeløg
<sum$?$end$!$Løntakarar, starvsfólkafeløg
<sum$?$end$!$Arbeiðsgevarar, privatir
<sum$?$end$!$Arbeiðsgevarar, almennir

Pallborð 2: Frøðingar
<sum$?$end$!$Advokatfelagið
<sum$?$end$!$Búskaparráðið

Pallborð 3: Politikkarar
<sum$?$end$!$Fólkaflokkurin, landstm.
<sum$?$end$!$Javnaðarflokkurin
<sum$?$end$!$Sambandsflokkurin
<sum$?$end$!$Tjóðveldisflokkurin

Fundarstjóri verður Helgi Jacobsen, útvarpsmaður.
Ætlanin er eisini at fundarfólkið skal sleppa framat við nøkrum fáum stuttum spurningum til pallborðsluttakararnar.

Pallborðsfundurin er almennur, evnið er aktuelt og týdningarmikið, so vónandi verður áhugin stórur. Øll eru vælkomin.

Um tygum hava spurningar hesum viðvíkjandi, kunnu tygum venda tygum til undirritaða.

Vinarliga
Hans Pauli Strøm, floksskrivari
Javnaðarflokkurin
350 Vestmanna
Tlf. 221919
hps@kallnet.fo