Karsten Hansen hevur eina missjón. Hann vil geva føroyingum betri heilsu fyri somu pengar, sum føroyingar í dag gjalda fyri okkara heilsuverk. Í rundum tølum er tilsamans talan um einar 880 milliónir krónur, ið skulu býtast og brúkast øðrvísi enn ídag.
Týsdagin legði landsstýrismaðurin í heilsumálum eina frágreiðing um Heilsunýskipan fyri løgtingið. Eldfimi spurningurin um talið av sjúkrahúsum í føroyska heilsuverkinum, verður ikki nevndur við einum orði.
- Hetta snýr seg ikki um tal av sjúkrahúsum, men um hvussu vit skipa føroyska heilsuverkið, sigur Karsten Hansen avgjørdur.
Royndi politikarin roynir ikki at fjala út yvir, at kjakið um tal av sjúkrahúsum vil køva alt annað. Tí hevur hann valt at fara ein annan veg inn í problematikkin, har sjúkrahúsverkið við verandi gongd spreingir allar fíggjarligar karmar næstu árini.
- Men samstundis vil eg leggja dent á, at endamálið er ikki at spara pengar ella niðurraðfesta tænasturnar. Vit skulu brúka pengarnar øðrvísi, soleiðis at borgarin fær eina betri heilsu, og vit sum samfelag fáa meira burturúr, sigur Karsten Hansen.
Lyklaorðið í somáta er fyribyrging. Heilsuverkið skal seta heilsuna hjá fólki í miðdepilin. Vælferðarsjúkurnar, ið standast av vánaligum livihátti, skulu lúkast burtur. Filosofiin er, at liva fólk sunnari og hava betri heilsu, so gerast tey ikki so ofta sjúk og hava tørv á viðgerð á sjúkrahúsinum. Og so sparir samfelagið pengar.
Tað er her, at umfordeilingin av verandi pengum kemur inn í myndina.
- Vit byrja í tí smáa við at brúka fleiri pengar til fyribyrging. Men virkningurin av hesum sæst sjálvandi ikki beinanvegin, so tí kunnu má tað gerast skynsamt, sigur Karsten Hansen.
Í dag leggur heilsuverkið størstan dentin á sjúkuviðgerð. Sambært frágreiðingini um Heilsunýskipan verða í ár brúktar 690 milliónir krónur til sjúkrahúsini. Primeri heilsugeirin kostar umleið 180 milliónir krónur, meðan einans 10 milliónir verða brúktar til heilsuframa og fyribyrging. Frágreiðingin gevur einki boð uppá, hvussu nógvir pengar verða brúktir til endurvenjing og endurmenning.
- Men vit skulu brúka fleiri pengar, bæði til fyribyrging og til endurvenjing, ljóðar greiði boðskapurin frá Karsteni Hansen.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fæst tó ikki at seta tal á, hvussu nógv kann ella skal takast frá játtanini til sjúkrahúsini, tá nú aðrir partar av heilsuverkinum skulu hava størri bitar av køkuni, ið ikki má vaksa.
Tryggjað við lóg
Frágreiðingin um Heilsunýskipan leggur upp til eina nýggja lóggávu, sum tryggjar borgaranum rætt til veitingar frá øllum viðkomandi myndugleikum. Tað veri seg heilsuverk, almannaverk ella skúlaverk, og hartil skal lógartryggjaði rætturin taka støði í ítøkiliga tørvinum hjá borgaranum.
Lógartryggjaði rætturin er avgerandi fyri landsstýrismannin, nú hann skal endavenda heilsuverkinum.
- Vit hava roynt hina skipanini, og vit mugu bara staðfesta, at skipanin virkar ikki. Við at tryggja hesi rættindi við lóg binda vit okkum sum samfelag til at útvega neyðugu tilboðini, bæði tá tað kemur til fyribyrging og ikki minst til endurvenjing. Tí fyribyrging og endurvenjing vilja í síðsta enda geva fólki eina nógv betri heilsu, samstundis sum tað sparir eina rúgvu av viðgerð okkara sjúkrahúsum, argumenterar Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum heldur fast um argumentið, hóast vandi er fyri, at avmarkað, fíggjarlig játtan til økið lættliga kann úthola henda lógartryggjaða rættin hjá borgarunum.
Hóast nýggj lóggáva á økinum sostatt skal tryggja rættin hjá fólki til tilboð frá heilsuverkinum, so nevnir frágreiðingin um Heilsunýskipan einki um, at fólk eisini skulu hava rætt til viðgerð innan eitt ávíst tíðarbil. Tað, ið vanliga verður nevnt viðgerðartrygd, og sum fleiri av okkara grannalondum hava sett í gildi.
- Nei, tað er rætt. Men hinvegin trúgvi eg, at hesin trupulleiki fer at loysa seg sjálvan. Í hvussu er í ávísan mun. Tí sleppur sjúkrahúsverkið undan fleiri av teimum uppgávum, sum í dag liggja inni á sjúkrahúsunum, so verður væl betri tíð til at gera annað arbeiði, og so styttast bíðitíðirnar, argumenterar Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar sær tí ikki at seta inn í eina komandi lóggávu, at borgarar ikki mugu bíða meira enn eitt ávíst tíðarskeið eftir teimum tænastum, sum tey hava lógartryggjaðan rætt til at fáa.
FAKTA
-Høvuðstilmælini í Heilsunýskipanini:
1. Fyribyrging, fyribyrging og fyribyrging
Heilsuframi og fyribyrging eru ty?ðandi lutir i? Heilsuny?skipanini. Alt fleiri fa?a varandi sju?kur, sum standast av liviha?tti. Fyri at venda hesi gongd fer heilsuverkið frameftir at seta heilsuna hja? fo?lkinum i? miðdepilin og i? størri mun enn i? dag fyribyrgja, at fo?lk gerast sju?k.
2. Røttu viðgerð til røttu ti?ð, a? røttum stað
Føroyingar skulu fa?a eina betri heilsutænastu, har teir bu?gva og arbeiða. Vit skulu framhaldandi menna okkara sju?krahu?s, men frameftir skulu vit veita fleiri, betri og skjo?tari dygdargo?ðar tænastur u?ti i? økjunum og so nær borgarunum sum til ber.
3. Meira borgari, minni sju?klingur
Tann einstaki skal hava høvuðsleiklutin i? si?nari sju?klingagongd og hava a?virkan a? viðgerðina fra? byrjan til enda. Førleikin hja? ti? einstaka skal mobiliserast, styrkjast og gagnny?tast i? viðgerðini, so fo?lk i? størri mun megna sja?lvsa?byrgd og eginumsorgan.
4. Færri innleggingar við fokus a? endurmenning
Komandi a?rini skulu vit varpa ljo?s a? tey heilsua?tøk, ið liggja beint undan og beint eftir innlegging. Tað sny?r seg i? sto?ran mun um endurmenning sum eitt skræddaraseymað og samanhangandi tilboð uppa? tvørs av geirum og fakmørkum.
5. Dygd og trygd i? heilsuverkinum
Føroyingar hava krav upp a? eina dygdargo?ða og virkna viðgerð. Við størri fokus a? dygd og trygd i? heilsuverkinum verða vit vera betur at gera tað rætta fyrstu ferð og kunnu minka um feilir i? viðgerðini. Tað kann geva meira heilsu fyri pengarnar.
Kelda: Frágreiðing til aðalorðaskifti um Heilsunýskipan










