Betri fyri Ísland at vera uttan fyri ES

-Nú alt bendir á, at tær norðaru pólleiðirnar fáa størri og størri týdning, er tað ein fyrimunur fyri Ísland at standa uttan fyri Evropasamveldið.

Tað sigur íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN.

-Vit eru mitt í Norðuratlantshavinum. Granni okkara fyri eystan, Noreg, er uttan fyri ES, og granni okkara fyri vestan, Grønland, fór burtur úr samveldinum. Og nú tað er líkt til, at póløkið verður eitt tað týdningarmesta búskaparøkið í 21. øld, haldi eg tað vera betri fyri Ísland at vera uttanfyri enn at lata ES tosa okkara vegna, sigur forsetin við CNN.