Betri fortreytir fyri íløgum

Ein nýggj lóg um skatting av kapitalvinningi fer at merkja munandi broytingar fyri tey, ið gera íløgur í virðisbrøv. Skattingin verður gjørd munandi einfaldari. ?Hetta vil so avgjørt økja um hugin hjá vanligum fólki at gera íløgur í annað enn innlán, metir Petur Holm, stjóri fyri Kaupthing Føroyar

Búskapur
Tey flestu av okkum eiga pengar á bók hjá einum peningastovni. Hesin peningurin hevur ein ávísan vøkstur orsakað av rentuni, sum peningastovnurin hevur ásett. Tað er sjálvandi rættiliga ymiskt, hvussu nógv ein konto fær í rentu. Pengarnir, sum vit hava innistandandi á konto verður rópt fyri innlán, og er hetta í Føroyum tann nógv mest vanligi hátturin, ið fólk gera íløgur.
Rentan, ið vit fáa frá peningastovninum, verður eisini skattað, soleiðis at tað ikki altíð er líka lætt at síggja, hvussu nógv tær innistandandi krónurnar geva í avkasti.
Ein broyting í lógini um skatting av kapitalvinningi vil nú gera tað munandi lættari at gera íløgurnar í annað enn innlán.

Minni skattur
?Fyri einstaklingar hevur leingi verið gjørdur greiður munur millum skatting av innláni í føroyskum peningastovnum og íløgur í virðisbrøv uttanlands. Í høvuðsheitum hevur vinningur fyri virðisbrævaíløgur verið skattaður sum vanlig skattskyldug inntøka, sum í flestu førum merkir 50%, meðan rentuvinningur frá føroyskum innlánum hevur verið skattaður við 35%. Sambært løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi verða íløgur í virðisbrøv nú skattaðar eins og innlán, og harafturat eru broytingar gjørdar í skattagrundarlagnum, sum hava aðrar fyrimunir við sær, skrivar Kaupthing Føroyar á heimasíðuni hjá fyritøkuni.
Samstundis verður tað eisini broytt, soleiðis at um ein fyritøkan hevur eitt tap, so kann hetta tapið avskrivast næstu fimm árini.
Tey, sum fara at fáa gleði av hesum er tey, sum eiga og fara at keypa sær partabrøv og onnur virðisbrøv. Eisini fólk, ið eiga lánsbrøv kunnu gleða seg til eina munandi bata.
Petur Holm, stjóri fyri Kauphting Føroyar væntar eisini, at fleiri føroyingar fara at gera íløgur.
?Vit hava í seinastu tíðina lagt til merkis, at áhugin fyri at gera íløgum er vaksin í Føroyum. Nýggju lógarásetigarnar vilja so avgjørt eisini merkja ein størra áhuga fyri at gera íløgur, sigur Petur Holm.
Hann metir eitt nú donsk lánsbrøv fara at vera væl umtókt millum føroyskar íløgutakarar, men tað sjálvsagt ógvuliga ymiskt, alt eftir, hvussu fíggjarstøðan og endamálið eru.
Hann sigur víðari, at partafeløg framvegis gjalda tey somu 20% í skatti, eins og áður.
? Nýggja kapitalvinningsskattalógin hevur virknað fyri kapitalvinning og ?tap, sum eru staðfest 16. november 2001 ella seinni.

Fyri partabrøv, íløguprógv og líknandi virðisbrøv eins og umbýtilig lánsbrøv ella serlig rættindi, ið hava tilknýti til hesi virðisbrøv, eru ásettar serligar skiftisreglur. Orsøkin til hesar skiftisreglur er at finna í gomlu virðisbrævaskattalógini, sum fór úr gildi, samstundis sum nýggja lógin kom í gildi. Eftir gomlu lógini gjørdist kursvinningur fyri vanligar íløgur í nevndu virðisbrøv skattafríur, um vinningurin bleiv staðfestur 3 ár ella meira eftir, at virðisbrøvini vórðu keypt, staðfestir Petur Holm.