Betri eftirlit við trygdini á oljupallum

Donsku myndugleikarnir hava gjørt av at herða eftirlitið við trygdini á oljupallunum í Norðsjónum Avgerðina hava myndugleikarnir tikið, eftir at Nyhedsbrevet 3F hevur avdúkað, at einki ófráboðað eftirlit hevur verið við pallunum á teimum donsku leiðunum í Norðsjónum í meiri enn fýra ár. Í hesum sama tíðarskeiði hava óhappini verið fleiri á teimum donsku leiðunum enn aðrastaðni.

Connie Hedegaard, ráðharri og veðurlags- og orkumálum, sigur við danska kringvarpið, at tað er ikki nóg mikið við eftirlitskanningum, sum eru fráboðaðar fleiri vikur frammanundan.

Tí hevur hon nú givið Orkustýrinum boð um at skipa fyri fleiri kanningum í 2008 uttan at boða frá frammanundan. Bæði Mærsk og DONG hava boðað frá, at tey fegnast um ta nýggju skipanina.

Danmark er tað fyrsta oljulandið í Norðsjónum, sum skipar fyri ófráboðaðum trygdarkanningum á oljupallum, sigur DR.